Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summartiltøkini hjá MSF í Mikladali vikuskiftið 14.-15.juni

Tíðindaskriv

Eydnuhjól, lutaseðlar, pylsugrill, tombola, fiskibrunnur, bóltkast og kaffisøla í Mikladali í døgunum 14. og 15. juni 2013

Eydnuhjól, lutaseðlar, pylsugrill, tombola, fiskibrunnur, bóltkast og kaffisøla í Mikladali í døgunum 14. og 15. juni 2013

Fríggjakvøldið 14. juni og leygardagin 15. juni 2013 skipar Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag fyri sínum árligu tiltøkum í Mikladali til frama fyri felagið.

Fríggjakvøldið byrjar eydnuhjólið í felagshúsunum “Innistova” kl. 21.00 og heldur áfram til kl. 23.00. Kaffisølan verður opin í miðhæddini, meðan eydnuhjólið fer fram í dansistovuni í kjallaranum.

Leygardagin byrjar kondibingo kl. 13.30 niðan Háls.

Kl. 15.00 verður pylsugrill, bóltkast og fiskibrunnur í túninum uttanfyri Innistovu og tombola í skúlanum. Kaffisølan opnar um somu tíð.

Eydnuhjólið byrjar aftur kl. 19.00 og heldur áfram til kl. 23.00. Kaffisølan verður opin, meðan eyðnuhjólið fer fram.

Eftir eydnuhjólið verða lutaseðlarnir trektir í túninum.

”Sam” siglir av Syðradali til Klaksvíkar kl. 01.00 sunnunáttina. Bussur fer av Kappanum kl. 00.30.

Øll eru vælkomin.