Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summartónar byrja um vikuskiftið

Hannefía Joensen

Síðani 1992 hevur á hvørjum ári verið skipað fyri tónleikastevnuni Summartónar, og Summartónar 2006 fara av bakkastokki í kvøld, fríggjakvøld, við m.ø. tangotónleiki og filmi

Elsti núverandi tónleikafestivalurin, Summartónar, byrja hetta vikuskiftið, har tann heilt stóra tangoskráin verður í Norðurlandahúsinum.
At varpa ljós á tangosøguna sum heild hava Summartónar fingið bólkin Athelas Sinfonietta Copenhagen at koma hendanvegin við framførsluni Tango Absolut, har bæði sangur, tónleikur og filmur verða á skránni.
Høvuðstemu á Summartónum í ár verða annars tangotónleikur, tónleikur hjá Yggdrasil og frumframførslur eftir Sunleif Rasmussen.
Harafturat fara m.o. Tjant við Heðin Ziska Davidsen, Aldubáran, danski bólkurin Pillow, El-ljómur, Atli Ellendersen, Tórshavnar Kamarkór at framføra á Summartónum í ár, sum verða at hoyra á so ymiskum støðum sum í Havn, í Klaksvík, á Toftum, á Sandi, í Elduvík, í Gásadali, í Sandavági, við Gjógv, í Fuglafirði og í Klæmintsgjógv undir Hestoynni.Skráin fyri Summartónar er prentað og er at fáa kring landið í kunningarstovunum og í
Norðurlandahúsinum. Hon sæst eisini á www.summartonar.com.

Harleyfacadeacryl