Ringvegurin frá Undir Fossum til Oman Eið, sum nú er um at verða liðugur, verður eisini prýddur við einum listarverki í eini rundkoyring.
Í nógv ár hevur ligið í kortunum at gera tann partin av ringvegnum, sum er frá Undir Fossum til Oman Eið, og nú er hetta arbeiðið um at verða liðugt.
Hesin nýggi vegurin fer at gera tað munandi skjótari og tryggari hjá bilførarum har um leiðir at koma fram í ferðsluni.
Ein fyrimunur við hesum nýggja vegnum í mun til verandi møguleikar er, at hann er rættiliga slættur, sum bæði er ein fyrimunur fyri bilarnar eitt nú um veturin, tá hálkan ger seg galdandi, og eisini er hetta ein nýggjur møguleiki fyri tey, sum súkkla ella eru til gongu.
Vegurin er eitt prýði í sær sjálvum og sær út til at vera væl frágingin, men harumframt verður í løtuni sett upp eitt listarverk inni í eini rundkoyring, sum skal binda ringvegin saman við Niðan Horn og Rættargøtu.
Tað er Heðin Heldarskarð, listarmaður, sum ger listarverkið, sum fer at prýða og hugna um á hesi nýggju farleiðini í býnum.




