Um 15.30 tíðina ídag, kom ógvusligur súður inn á Sund sunnanífrá. Menn vita ikki um slíkt áður og als ikki síðani sundið varð tippt.
Heimildarmaður okkara, Palli Simonsen segði, at sundamenn í fyrstuni hildu at byrgingin var farin, men so er ikki. Ein ógvuslig flóvalda byrjaði um 15.30 tíðina, súðingin bleiv ógvusligari og ógvusligari og ein bátur sum sigldi fram við oyruni har kirkjan stendur, vann ikki fram, hóast hann gekk einar 5 míl, og í túninum hjá Richardi Johannesen, lá ein stór reyðspretta aftaná at vatnið var farið útaftur.
Menn meta at sjógvurin kom einar 2½ til tríggjar metrar upp.
Hvør orsøkin er vita vit ikki, sigur Palli, men tosað hevur verið um, at langur turkur hevur verið og tá er sum vera man vandi fyri omanlopi.
Sunamieffektin var somikið stór, at fleiri bátar stóðu uppi á turrum góða løtu.
Norðuri í Sundi gjørdust fólk skøkk, og fólk fylktust niðri á kajuni at fregnast hvat var áfatt.
Ongin okkara veit um nakað slíkt at siga áður, segði Palli Simonsen.




