Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sundabáturin er við aftur – við lokalari manning

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Tað er nøkur ár síðani at Sundabáturin var við frá byrjan við lokalari manning hjá monnum. Tað er hann í ár og sum skilst eru vónirnar góðar. 

Norðlýsið var norðuri í Norðdepli í kvøld, tá Sundabáturin vandi fram ímóti Norðoyastevnu. Sundabáturin hevur ikki verið við hjá monnum í fleiri ár. Hetta er annars ein bátur, sum hevur vunnið fleiri FM heitir fyrr í hesi øldini.
Umborð á Sundabátinum í ár eru tveir røðarar, sum áður hava vunnið FM við júst Sundabátinum. Teir eru Hjalmar Zachariassen og Anfinn Sivertsen. Anfinn hevur eisini vunnið FM við Klaksvíkingi. Afturat teimum eru Bárður Rasmussen, Gunnar Viðoy Staksá, Sigmund Klein Olsen og Rúni Klode. Róðurskvinna er Rósa Miðalberg. Talan er fyri tað mesta um lokala manning við norðoyingum tó at Bárður Rasmussen er fuglfirðingur, har hann hevur róð við m.a. 8-mannafarinum Gullbrandi. 
Sundabáturin hevur verið mannaður síðani hálvan apríl og hevur verið við til ódnartøk, har hann hevur staðið seg væl. Sundabáturin bleiv nummar 2 í 2. umfari í ódnartøkum, aftanfyri Hvessing. 
Leygardagin rør Sundabáturin fyrsta FM róðurin í Klaksvík og uttan iva er spenningurin sera stórur millum bygdafólki í Norðdepli og Hvannasundi, sum fyrr hava víst sínum báti fyrimyndarligan stuðul. 

Myndirnar tók Oliver Joensen.