Premier League: Manchester United hevur fyrsta sigurin í PL í ár til góðar. Í dag fingu teir ein 1-1 javnleik úti ímóti Sunderland.
Premier League: Manchester United hevur fyrsta sigurin í PL í ár til góðar. Í dag fingu teir ein 1-1 javnleik úti ímóti Sunderland.
Tað var talan um ein taman dyst, har Sunderland fyri tað mesta lat United hava bóltin og dúvaðu upp á kontra. United fekk ikki nóg nógv burturúr at hava bóltin, tí tað komu fáir málmøguleikar burturúr.
Í 17’ minutti stóð Juan Mata á røttum stað, tá ið Antonio Valencia stóð fyri fyrsta innlegginum hjá United í dystinum. Áðrenn málið var tað í roynd og veru Sunderland, sum hevði staðið fyri tí mesta. 0-1.
Men Sunderland gav ikki upp, hóast teir fingu eina kalda pøs av vatnið út yvir høvdið, tá ið Mata legði Manchester á odda. Sunderland hildu á, og vóru meira á bóltinum enn United. Í 30’ minutti gav tað úrslit eftir eitt hornaspark. Jack Rodwell var tá hægstur og stútaði bóltin hart í málið til hálvleiksstøðuna 1-1.
Seinni hálvleikur beyð ikki upp á so nógv. Sunderland vardi fyri tað mesta, men komu tó til onkrar málmøguleikar. Manchester spældi nógv við bóltinum, men høvdu trupult við at skapa nakrar stórvegis málmøguleikar.
Úrslit frá 2. umfari:
Everton – Arsenal 2-2
Swansea – Burnley 1-0
Southampton – West Bromwich 0-0
Crystal Palace – West Ham 1-3
Chelsea – Leicester 2-0
Aston Villa – Newcastle 0-0
Hull – Stoke 1-1
Tottenham – Queen Park Rangers 4-0
Komandi dystir:
Manchester City – Liverpool, 25. august kl. 20.00.




