Tað er ógreitt, hvar Súni Olsen spælir í 2016, váttar leikarin sjálvur.
Tað er ógreitt, hvar Súni Olsen spælir í 2016, váttar leikarin sjálvur.
Súni Olsen hevur seinastu tvey árini spælt við Víkingi. Í 2014 spældi hann 34 dystir og skeyt 12 mál samanlagt í øllum kappingum. Í 2015 er tað blivið til 20 dystir og 4 mál samanlagt í øllum kappingum, har 34 ára gamli leikarin hevur spælt 14 landskappingardystir og hevur verið nógv darvaður av skaðum.
– Eg havi ikki avgjørt, hvar eg spæli í 2016, men greitt er, at eg ætli mær at spæla á hægsta stigi eisini í 2016 er einasta viðmerkingin frá fámælta fyrrverandi landsliðsleikaranum, sum fyrr í ár skoraði fyrsta og kanska mest avgerandi málið í steypafinaluni. Hann leggur afturat, at trý felag hava víst honum áhuga og at samráðingarnar við hesi eru byrjaðar.




