Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Súni Fríði ikki á KÍ liðnum á hesum sinni

Oliver Joensen

Sum skilst, so endaðu samráðingarnar ímillum KÍ og B68 leikaran Súna Fríða Barbá úrslitaleysar ídag. Ætlanin var annars at sáttmáli skuldi undirskrivast í morgin.

Frá álítandi keldum innan KÍ frættir  Norðlýsið, at Súni Fríði Barbá hevur víst áhuga fyri at leika við KÍ um so varð, at ein nøktandi sáttmáli fekst við felagið. Sum skilst, so metti venjarin at Súni Fríði kundi styrkt um hópin og tí hava samráðingar verið við leikaran. Komið var so langt, at eitt útkast var gjørt um ein sáttmála, sum báðir partar hildu vera nøktandi, men í kvøld hevur Súni Fríði, eftir tí, kelda okkara veit at siga, vraka útkastið til sáttmála.
Sostatt verður Súni Fríði Barbá ikki at síggja í fremsta hópinum hjá KÍ.