Suni Justinussen er settur sum sølu- og marknaðarstjóri á Vodafone.
Suni Justinussen er settur sum sølu- og marknaðarstjóri á Vodafone.
Suni er 31 ára gamal og búsitandi í Leirvík. Hann er útbúgvin maskinmeistari, umframt at hann hevur eina banka- og íløguútbúgving. Suni hevur starvast hjá Maersk Supply Service seinastu 3 árini. Áður hevur Suni starvast hjá Kaupthing og Eik, umframt á Kall sum vinnukundaráðgevi.
– Suni er ein góður og spennandi profilur, við týðandi royndum. Hann hevur nógva styrki, ið vit meta kann gagna okkara fyritøku, sigur Gudny Langgaard, stjóri á Vodafone.
Suni byrjar í nýggja starvinum 1. august 2013.




