Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Suni Merkistein fær Móðurmálsvirðislønina 2017

Birgir Kruse, ritstjóri

Á samkomu í Løkshøll í Runavík í dag fekk útvarps- og sjónvarpsmaðurin og yrkisbókahøvundurin, Suni Merkistein, Móðurmálsvirðislønina í 2017. Har varð skipað fyri Móðurmálsdegnum, ið sum vant er á føðingardegi V. U. Hammershaimbs, sum er 25. mars

Á samkomu í Løkshøll í Runavík í dag fekk útvarps- og sjónvarpsmaðurin og yrkisbókahøvundurin, Suni Merkistein, Móðurmálsvirðislønina í 2017. Har varð skipað fyri Móðurmálsdegnum, ið sum vant er á føðingardegi V. U. Hammershaimbs, sum er 25. mars

Grundgevingin var soljóðandi:

Móðurmálsvirðislønin 2017 verður tillutað

SUNA MERKISTEIN

fyri hansara avrik innan yrkismál.

Í ein mansaldur hevur Suni Merkistein starvað við ítrótta- og mentanarøkinum í bæði útvarpi og sjónvarpi. Avrikini í útvarpssendingum, sjónvarpssendingum, frásagnum og bókum vísa, at hann á ymsu pallunum megnar frásagnarkynstrið og har er við til at varðveita, menna og mýkja føroyska málið.

Hugsað verður um munnlig eins væl og skrivlig avrik hjá Suna Merkistein. Miðvíst og við nærlagni hevur hann ment og mýkt ítróttamálið í Kringvarpi Føroya, og hann hevur skrivað bøkur um ymiskar ítróttagreinar, eitt nú verkið í trimum bindum um føroysku fótbóltssøguna og stóra verkið um føroyska telving í 20. øld. Hann hevur ávirkað málið í føroyskum ítrótti og slóðað fyri hjá teimum yngru, so at vit í dag hava eitt ítróttamál, sum er væl ment og kennist heimligt.

Í ítróttafrásagnum sínum hevur Suni Merkistein mangan bæði víst og lýst, hvussu livandi og lætt føroyska málið kann vera.

Fyri hansara framúr frásagnarstíl á góðum og viðkomandi máli heiðra vit í dag Suna Merkistein við Móðurmálsvirðislønini 2017.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, handaði virðislønina vegna landstýriskvinnuna Rigmor Dam.

Tað vóru Málráðið, Mentamálaráðið, Nám, Sosialurin og Móðurmálslærarafelagið, sum aftur í ár skipaðu fyri Móðurmálsdegnum, ið er alment og ókeypis tiltak. Virðislønin, sum Mentamálaráðið letur, er 25.000 kr.

Móðurmálstiltakið í Løkshøll byrjaði við at Zakaris Svabo Hansen, formaður í Málráðnum, bjóðaði vælkomin. Síðan setti Rigmor Dam, landstýriskvinna við Mentamálum, Móðurmálsdagin 2017.

Elinborg Pálsdóttir framførdi tveir sangir, og sang eisini seinni í skránni. Ásbjørn Berthelsen spældi kontrabass.

Málráðið hevur í ár valt yrkismál sum evni. Evnið varð lýst í fimm stuttum fyrilestrum.

Fyrsta fyrilesturin helt Jógvan í Lon. Hann var um yrkismál og almannamál. Frá hesum fyrsta yvirskipaða fyrilestri, sum gav eitt gott yvirlit, fóru vit til ein meira spesifikkan fyrilestur um yrkismál í skúlabókagerð beint nú. Tað var Elin Henriksen, sum greiddi frá um orð, ið verða brúkt í nýggjum roknibókum, sum hon ger fyri Nám. Roknibøkurnar eru týddar úr norskum. Triði fyrilestur í fyrra umfari var við Marjun Arge Simonsen, sum greiddi frá um yrkisorðagerð.

Eftir ein kaffisteðg í matarhøllini í Løkshøll vóru tveir fyrilestrar. Hin fyrri var við Mariu Dam, sum røddi um yrkismál í evnafrøði, og hin seinni var við Randi Kúrberg, ið røddi um føroyskt ítróttamál. Eftir henda vælvalda fyrilestur varð Móðurmálsvirðislønin handað, fyrst og fremst fyri júst eitt gott og livandi føroyskt ítróttamál.

”Við at seta sjóneykuna á yrkismál, vísir Málráðið á týdningin á øllum økjum at hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti og øllum tí, sum fólk fáast við í sínum yrki,” verður sagt á heimasíðuni hjá Málráðnum í hesum døgum.