Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Súni Schwartz nýggjur stjóri í NUMO

John William Joensen

Suni Schwartz Jacobsen verður nú stjóri í grannskoðara- og ráðgevarafyritøkuni, NUMO, skrivar KVF.fo í morgun.

Umframt grannskoðan, veitir NUMO ráð um roknskap, bókhald, sølu, keyp og umskipan av virkjum og eisini ráð um skattaviðurskifti.

Suni Schwartz Jacobsen er statsautoriseraður grannskoðari og var stjóri á Spekt frá 1996 til 2006, tá hann bleiv stjóri í Føroya Banka. Í 2011 bleiv hann stjóri í Eik, har hann var til í fjørheyst. Síðani hevur hann verið í starvi hjá J.& K. Petersen.

Við Súna Schwartz Jacobsen fer NUMO nú at hava tveir statsautoriseraðar grannskoðarar og tríggjar skrásettar.

Súni Schwartz Jacobsen tekur við sum annar av tveimum stjórum í NUMO 1. september, skrivar kvf.fo

Harleyfacadeacryl