Eftir jólasteðgin verður landskappingin í hondbólti hjá kvinnum tikin uppaftur hetta vikuskiftið. Kvinnurnar hjá Stjørnuni leggja fyri við á heimavølli at taka ímóti eiðiskvinnum.
Stjørnan má metast at verða favorittur til at vinna dystsin, liðini hava leikt ein dyst ímóti hvørjum ørðum higartil i landskappingini, og tann dystin vann Stjørnan 31-24.
Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 15.00.



