Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sunnudagin stendur Stíf fyri tørni

Oliver Joensen

Longu sunnudagin er hondbóltur aftur á skránni í KÍhøllini. Tá fáa kvinnurnar hjá Stjørnuni vitjan av Stíf.

Tað er ein dystur Stjørnan skal vinna, skulu tær framhaldandi vera við í oddinum. Stjørnan er eisini favorittur til at vinna dystin, men seinast Stíf var her og leikti, góvu tær Stjørnuni harða mótstøðu, so talan kan saktans blíva um ein góðan dyst.
Dysturin byrjar kl. 15.00.