Tey bæði eru best kend frá arbeiði teirra seinastu 30 árini í Kristnastovu, har eisini nógvir klaksvíkingar hava havt teirra andaliga heim, meðan teir vóru í útbúgvingarørindum í Keypmannahavn.
Í komandi viku vitja Susan & Øssur Berghamar í Klaksvík. Tey bæði eru best kend frá arbeiði teirra seinastu 30 árini í Kristnastovu, har eisini nógvir klaksvíkingar hava havt teirra andaliga heim, meðan teir vóru í útbúgvingarørindum í Keypmannahavn. Umframt arbeiðið í Kristnastovu vitja tey eisini regluliga teir føroyingar, ið eru í sjúkraørindum á Ríkissjúkrahúsinum.
Susan & Øssur Berghamar luttaka á møtinum mikukvøldið, fundi teirra ungu hóskvøldið og á evangeliska møtinum sunnukvøldið í Betesda. Harumframt verður skipað fyri samkomu fyri fyrrverandi útisetar fríggjakvøldið 27. februar kl. 20.00.
Tey gleða seg til at vitja í Klaksvík, og at hitta aftur tey mongu, ið seinastu árini, styttri ella longri, hava havt sína gongd í Kristnastovu.




