Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svabonio – tónleikur úr 18. øld

Tíðindaskriv

Svabonio fer at framføra leygarmorgunin á stóra pallinum í samband við sjómannadagin

Svabonio fer at framføra leygarmorgunin á stóra pallinum í samband við sjómannadagin

Tey framføra tónleik úr samtíð Nólsoyar Pálls og er hetta løg, ið vóru í eina nótabókini hjá Jens Christian Svabo (1746-1824). Bókin er dagfest 1775 og Svabo hevur sannlíkt havt hana við sær heim til Føroya í 1800, tá ið hann, eftir 35 ár í útlegd flutti heim.

Ikki er tað nógv vit kenna til henda tónleik. Men nú býðst høvi at hoyra hvussu tónleikurin kann hava ljómað í 18. øld. Bólkurin Svabonio hevur innspælt henda tónleikin og fløgan – Lost and Found, er júst komin út.
 

Eingin mynd er av Svabo, men Archie Black hevur málað eina mynd til permuna. Soleiðis ímyndar hann sær, at Svabo kann hava sæð út.

Svabonio er mannaður við føroyskum og bretskum tónleikarum. Fiona Parker og Daniel Rye, ið bæði virkaðu og búðu í Føroyum í 1990unum spæla horn og klarinett, meðan Angelika Nielsen og Ólavur Jakobsen framføra á violin og gittara.

Svabonio:

Angelika Nielsen, violin

Daniel Rye, klarinet

Fiona Parker, horn

Ólavur Jakobsen, gittar