Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svarti kassin gevur svarini

(Erik Biskopstø)

Í nýggja SVARTA KASSANUM, sum er framhald av TALENT, sleppa børn og ung á ein hugtakandi og stuttligan hátt at tekna, evna, spæla leiklutir og royna sína vitan og víðka sjónarringin.

SVARTI KASSIN er ein lættari útgáva av spælinum. TALENT er upprunaliga gjørt sum eitt familjuspæl og at spæla í liðum. Men Svarti Kassin er eisini góður í skúlahøpi, tí nógva av tilfarinum er læruríkt og hóskar væl í lærugreinum sum leiklist, evning, landalæru og søgu. Eisini riggar tilfarið væl til góðar innihaldsríkar spurnarkappingar og hugnaløtur.

Fyri at fáa fulla úrtøku av SVARTA KASSANUM, er tað best at hava uppruna útgávana av TALENT. Men bæði tann hvíti og svart kassin goyma báðir vísdóm og skattir, sum kunnu ríka alla familjuna. Í hesum døgum letur TALENT lokið av svarta kassanum, sum at finna kring alt landið.

Tað er felagið Talent.fo sum hevur gjørt spælið og eisini evna tær mongu uppgávurnar, avbjóðingarnar og spurningarnar, sum eru at finna í Svarta Kassanum.