Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svartkjaftasamráðingarnar fyri seinastu ferð í ár

Danial Viðoy

Føroyar hava sum formansland boðað strandarlondunum til samráðingar um at býta svartkjaftastovnin av nýggjum í einum fjórða samráðingarumfari síðan gamla svartkjaftasemjan varð uppsøgd seinasta heyst.

Tað skrivar fiskimálaráðið.

Á fundinum í morgin fer føroyski formansskapurin at boða strandarlondunum frá, at hetta verður síðsta royndin at royna semju fyri 2015.

Á samráðingunum luttaka Føroyar, ES, Ísland og Noreg sum strandarlond og Russland sum eygleiðaraland. Samráðingarnar fara fram í írska fiskimálaráðnum í Clonakilty í Suðurírlandi í døgunum 21 – 23 apríl.

Í føroysku sendinevndini eru umframt føroyska samráðingartoymið, eisini sendistovan í London og Felagið Nótaskip.