Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svein Rógvi Nielsen, venjari hjá Stjørnuni 30 ára føðingardag

Oliver Joensen

Tað var ikki sørt, at kvinnurnar hjá Stjørnuni ídag góvu venjara sínum eina rættuliga føðingardagsgávu, nú tær vunnu heili 31-6 á Kyndli.
Tað fór heldur ikki framvið í KÍ-høllini ídag at Rógvi bleiv piparsveinur.

Undir dystinum ímillum Stjørnuna og Kyndil, bleiv kunngjørt yvir hátalararnar, at venjarin hevði 30 ára føðingardag. Í hálvleikinum settu vinfólk piparbússur upp við áskriftini Rógvi 30 og eisini fekk hann handað eitt yvirvaksið páskaregg, samstundis sum sungið var tillukku til tín.
Sjálvt um Rógvi er havnamaður, so býr hann saman við Anniku Ljósstein á Bumshamri. Og hóast hann var venjari hjá júst Kyndli í fjør, so líkist hann alt meira einum veruliga lokalpatriotiskum klaksvíksingi, hóast hann royndir at dylja tað sum mannsmorð. Men kenna vit "oyraslagið" rætt, so verður tað ikki leingið afturat at hann sleppur undan at vera "lokalpatriotur".
Tilukku við degnum.