Team Klaksvík hevur nú endaliga sett høvuðsvenjara fyri kappingarárið 2013/14.
Tað verður Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, ið komandi kappingarár skal venja Team Klaksvík. Tað váttar formaðurin í team Klaksvík fyri Norðlýsinum. Heri Johnsson sigur, at liðið hevur venjingarlegu hetta vikuskiftið og annars ganga fyrireikingarnar væl.
– Svein Rógvi Nielsen Ljósstein er farin frá at vera fysiskur venjari til høvuðsvenjara í Team Klaksvík. Liðið hevur venjingarlegu hetta vikuskiftið og kemur at venja nógv hesar báðar dagarnar. Málverjin Eli Gærdum hevur flutt spæliloyvið og er nú alment Team Klaksvík leikari. Hann leikti við STÍF í fjør. Harumframt er Niclas Niclasen komin afturat hópinum. Liðið er við at koma seg, men vit hyggja eftir einum vinstra bakki/spæliskipara at koma afturat liðinum, sigur Heri Johnsson.
Hann sigur, at Igor Petrikeev, ið er bakkur úr Moldova og sum skal styrkja liðið komandi kappingarár, kemur til landið beint áðrenn kappingarbyrjan.




