Tað er hjá Símuni í Norðnastovu, at lærutíðin nú er lokin og hann harvið kann kalla seg elektrikara. Símun var annar av okkara fyrstu lærlingum í læru til elektrikara.
Hann hevur verið ómetaliga raskur, ordiligur og framsøkin hesi fýra árini hann hevur verið í læru, og hevur valt at halda fram sum sveinur í virkinum.
Hjartaliga til lukku við sveinabrævinum og útbúgvingini góði Símun, og vælkomin í toymið sum sveinur í RVtøkni.



