Harleywoodpaint
Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sveinaprógvhandan 7. juni 2024

Jóhann Lützen

Fríggjadagin 7. juni fingu 31 sveinar handað sveinaprógv á TSK; 11 húsasmiðir, 9 elektrikarar og 11 maskinsmiðir.

 

Prógvhandanin varð, orsakað av verkfallinum, ikki heilt sum hon plagar at vera. Prógvini vórðu hesaferð handaði hvør sær úti á deildunum. Men hóast eitt sindur av avmarkingum fingu sveinarnir, tey avvarandi og lærararnir eina hugnaliga løtu á deildunum við kaffi, køkum og góðari samveru.

 

Vit ynskja sveinunum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og blíðan byr framyvir.