Í dag, 3. juni, fingu 22 lærlingar prógv á Tekniska Skúlanum í Klaksvík. 12 í elektrikarafakinum og 10 í maskinfakinum.
Nógv vóru komin at hátíðarhalda sveinarnar og varð tað tí ein hugnalig og heiðurlig løta við felagssangi og røðum. Gestarøðari hesaferð var Suni Simonsen frá Føroya Handverkarafelag.
TSK ynskir lærlingum, læruplássunum og avvarandi hjartaliga til lukkum á degnum.



