Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sveinur kannaði Handilsvirkið Niclasen

John William Joensen

Søgan um at Jørgin Niclasen sambært Portal.fo og Kringvarpinum skal hava snýtt í tolli hevur fingið nógva rúmd og enn hevur almenningurin bert kunna gjørt sær eina mynd av hesum 25 ára gamla málinum út frá heilt fáum skjølum sum eru løgd út á portalin og Kringvarpið. At almenningurin ikki hevur fingið meira at vita um málið er sera løgið tí Sveinur Tróndarson, sum í dag starvast sum fjølmiðlafólk á portalinum – veit alt um málið.

Tá Norðlýsið spurgdi seg fyri hjá Landsgrannskoðanini svarar Beinta Dam, stjóri, soleiðis:

Ja, Sveinur Tróndarson (tá Poulsen) hevur arbeitt á stovninum, sum tá varð nevndur Grannskoðanardeild Landskassans. Sveinur var í starvi á Grannskoðanardeild Landskassans frá 1. februar 1992 til 1. september 1993, umframt at hann í summarfrítíðini 1994 arbeiddi sum avloysari.

Norðlýsið spurdi eisini stjóran á Landsgrannskoðani:

Hevur Sveinur Tróndarson nakrantíð skrivað eina frágreiðing, sum millum annað umtalar ella viðgerð fyritøkuna Pf. N. Niclasen í Sørvági, tað sum í dag eitur Handilsvirkið Niclasen?

Hendan spurning vil stjórin ikki svara beinleiðis uppá:

– Í tíðini, Sveinur Tróndarson var í starvi á Grannskoðanardeildini, vórðu øll skriv og frágreiðingar undirskrivaðar av stjóranum.

Norðlýsið hevur fingið hendur á einum skjalið sum prógvar at Sveinur Tróndarsson sum starvsfólk á Grannskoðanardeild Landskassans var við á eftirlitsvitjan 27. august 1992 hjá Handilsvirkinum Niclasen.

Longu fimm dagar seinni, tann 1. september 1992 verður Grannskoðarafrágreiðingin latin Landsgrannskoðaranum til undirskrivingar og góðkenningar, og stendur ein SPO at hava skrivað Grannskoðarafrágreiðingina. Frágreiðingin verður latin fútanum, sum síðani ferð inn og kannar málið, men metir ikki grundarlag verða fyri at reisa ákæru.

Eftir at myndugleikarnir avgjørdu ikki at gera meira við málið hevur Sveinur sambært honum sjálvum fleiri ferðir roynt at fingið hendur á skjølum í málinum og tað var eisini fyrrverandi eftirlitsmaðurin hjá Grannskoðanardeild landskassans sum ”Breakaði” málið beint undan jólum á portal.fo.