Jens Wang, løgfrøðingur FSF’s heitti í hesum málinum beinleiðis á tykkum í kappingarnevndini um: NEYVT AT UMHUGSAÐ SKAÐAVIRKNAÐIN AV AT GEVA UNDANTAK
Eg má siga sum er, eg at eri troyttur at lurta eftir uppgjørdu løgfrøðisligum tulkingum frá tær "Sveini".
Í staðin fyri at virka sum sveinur hjá ávísum felag, átti tú at lurta eftir løgfrøðisligu ráðgevingini hjá FSF.
Lat meg bara stutt sitera tað sum tykkara egni løgfrøðingur, Jens Wang, skrivar:
Sambært § 17, stk. 3, í Kappingarreglunum fyri Fótbólt, kunnu flytingar av yrkisleikarum einans fara fram samsvarandi kunngerð um flytingarglugga.
Sambært § 17, stk. 5 í Kappingarreglunumfyri Fótbólt, kann Kappingarnevndin í ”heilt serligum førum” loyva frávik.
Sambært ”frágreiðing” til hesa reglu, verður m.a. endurgivið, at undantak kann gevast til tíðarfreistina í heilt serligum førum.
Sum dømi verður nevnt, at felag vegna greiða misskiljing ikki hevur hildið freistina, men at tað annars greitt framgongur, at avtalan um flytingina er gjørd í góðari tíð áðrenn tíðarfreistina.
Í ongum av omanfyrinevndu skrivum greiðir B36 frá ávísari serligari orsøk til, at loyvisbrævið og standard leikarasáttmálin ikki vórðu latin inn innan ásettu freist.
Tað sæst tí eingin frágreiðing frá B36, sum undirbyggir at henda støða er ”heilt serligt føri” ella ”greið misskiljing”.
Heldur tykist orsøkin at verða eitt forgloymilsi e.l. Tað at slíkt forgloymilsi e.l. er óheppi fyri óseka spælaran, ger ikki hetta mál til eitt ”heilt serligt føri”, tí roknast má við, at óansæð hvør spælarin ella felagið er, tá slíkt hendir, so vil tað altíð verða óheppi fyri óseka spælaran.
Undirritaði vil tí mæla til at Kappingarnevndin, neyvt umhugsar møguliga skaðavirknaðin av, at geva eitt undantak í hesum máli, í mun til núverandi møguleika FSF at krevja, at endatíðarfreistirnar í flytingargluggunum skulu haldast.
– Undirritaði vil tí mæla til at Kappingarnevndin, neyvt umhugsar møguliga skaðavirknaðin av, at geva eitt undantak í hesum máli, í mun til núverandi møguleika FSF at krevja, at endatíðarfreistirnar í flytingargluggunum skulu haldast.
Sum Jens Wang var skrivar í notati sínum – so var hann stórliga banging fyri avleiðingini um kappingarnevndin gav B36 undantak – men tit lurtaðu ikki – og tí standa vit í sugguni.
Eg veit at tú ert ein sera dugnaligur blaðmaður – og roynir títt besta í FSF – men tað klæðir tær ikki at krógva teg aftanfyri sjálvgjørda løgfrøði og ikki vilja viðganga feilir!
Øll kunnu gerða feil – eisini blaðfólk á gomlu Dimmu.
Feilir kunnu tíbetur næstan altíð rættast – og tað vanti eg eisini at tit fara at gerða í hesum førinum.
John William Joensen




