Leikliga var klassamunur á liðunum,men úrslitið var heiðurligt fyri føroyska liðið.
Endaliga støðan gjørdist 2-0 tilSveis, sum skoraði eitt mál í hvørjum hálvleiki. Føroyarbyrjaðu væl og fyrsta korterið var fleiri ferðir nær við, atføroyingar kundu koma til onkra góða roynd. Men eftir tað tókSveis yvir og ta var í grundini klassamunur á liðunum. Føroyarfingu slettis ikki bóltin og tað var bara spurningur um tíð,áðrenn Sveis skoraði. Tað málið kom, tá Granit Xhaka skoraðiefttir at hann eitt sindur tilvildarliga bleiv leysur. Í seinnahálvleiki økti Xherdan Shaqiri, tá hann rann seg leysan avføroysku verjuni. 2-0 var endaliga úrslitið og tað var ikki eittmál ov lítið í mun til dystargongdina. Sveis var betri allastaðniá vøllinum og hóast føroyingar vildu spæla við, so eydnaðisttað næstan ongantíð. Munurin á liðunum var ov stórur og Sveisprógvaði, hví liðið er á odda í bólkinum við fullumstigatali. 2-0 sær tó ikki so ljótt út á máltalvuni og viðskerdum liði á týdningarmiklum plássum var tað nokk ikki soóvæntað heldur, at Føroyar fóru at fáa tað sera trupult hendandystin.




