Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Svend C klárur til nýggjan túr

Tekst & myndir: Dávur Winther

Teir fóru frá Norðhavnini næstsíðsta sunnudag, 18. august og komu á Klaksvík at landa í morgun kl. 10.

Áðrenn teir komu á Klaksvík í morgun, hvødu teir lagt um 150 tons av feskum makreli upp til Varðan Pelagic á Tvøroyri.

Teir hava fiskað makrel í altjóða sógvi, sum teir heilfrysta umborð. Hetta er fimti túrurin á rað, teir leggja upp til frystihúsið í Norðhavnini.

Teir leggja smá 1000 tons upp av frystum makreli hvønn túrin. Manningin telur 26 fólk, og skipari er Klæmint Olsen.

Svend C fer nýggjan túr beint eftir miðnátt.