Eftir áheitan frá Norðoya Sambandsfelag hevur Svend Sivertsen, arkitektur, játtað at stilla upp til løgtingið. Svend Sivertsen er ættaður úr Vági og hevur starvast í Keypmannahavn og Nuuk og hevur seinastu 10 árini starvast sum arkitektur í Føroyum. M.a. hevur hann verið formaður fyri Arkitektafelag Føroya. Svend er giftur og eiga tey trý børn og býr og starvast hann í Klaksvík.

-Eg fari at arbeiða miðvíst fyri at tryggja eitt akademiskt umhvørvi har vitanarstørv verða varðveitt og ment í Føroyum.
– Eitt slíkt umhvørvi tryggja tætt samstarv millum gransking og framleiðsluvinnuni so neyðuga vitanin til virðisøking av virðismikla tilfeinginum kemur øllum samfelagnum til góðar.
– Á fíggjarliga økinum eri eg sannførdur um at vit halda fast í tí kós verandi samgonga hevur sett út í korti og í størri mun leggja okkum eftir at føra ein fíggjarpolitikk har tað almenna heldur aftur við sínum íløgum í góðum tíðum og tá ið virksemið minkar er til reiðar at gera rættar og vælumhugsaðar íløgur, sigur Svend Sivertsen í stuttari viðmerking.
Norðoya Sambandsfelag hevur triðja og seinasta uppstillingarfundin í annaðkvøld, mikukvøldið, kl. 20 í Skótahúsinum í Klaksvík.