Frá mikukvøldi 6. til sunnukvøld 10. februar verður ein evangelisk fundarøð undir heitinum: “Frelsa, friður og frælsi í Kristusi” í Vágum.
Fyrst verða tveir fundir í Kedron í Sørvági – mikukvøldið 6. og hóskvøldið 7. februar – bæði kvøldini kl. 20. Síðani verður farið í skúlan í Miðvági, har fundir verða fríggjakvøldið 8. og leygarkvøldið 9. februar – bæði kvøldini kl. 20 – og sunnudagin 10. februar kl. 17.
Svenning av Lofti, evangelistur, verður høvuðstalari á hesum fundum og heldur fundirnar saman við Páll á Lakjuni og Sveini Petersen, sum fara at taka sær av fundar- og sangleiðslu.
Sangløtur í skúlanum í Miðvági
Fundirnir í skúlanum í Miðvági verða skipaðir sum sangløtur. Har verður nógvur góður sangur – bæði felagssangur og við fleiri góðum sangarum. Fríggjakvøldið fer unga gentan, Durita Mohr Jacobsen við tónleikabólki úr Fuglafirði at syngja. Leygarkvøldið syngur Bárur Tindskarð úr Havn og sunnukvøldið Ebenezerkórið úr Havn. Svein Petersen úr Hvalba syngur fleiri av kvøldunum. Eisini aðrir sangarar og tónleikarar verða við.
Øll trý kvøldini í skúlanum í Miðvági endar Svenning av Lofti við einum evangeliskum boðskapi.
Barnamøtir
Barnamøtir verða eisini, meðan fundarøðin er. Tey verða í skúlanum í Miðvági fríggjadagin 8. og leygardagin 9. februar kl. 17.30. Anna Maria Anthoniussen og onnur taka sær av barnamøtunum.
Skeið við heitinum “Fýra gudsmenn í Gamla Testamenti”
Eisini verður eitt skeið leygardagin 9. februar í skúlanum í Miðvági. Tá fer Páll á Lakjuni at hava fýra fyrilestrar, ið hann nevnir “Fýra gudsmenn í Gamla Testamenti”. Skeiðið verður frá kl. 13.30 til kl. 17.
Vágafólki og øðrum verður boðið hjartaliga vælkomið til hesi tiltøk. Góður sangur og góður boðskapur eru á skránni.




