KÍ hevur tvær ferðir áður møtt svenskari mótstøðu. Í 2007 móti Hammerby og í 2017 móti AIK. Móti Hammerby tapti KÍ tepurt við einum máli báðar dystirnar, meðan KÍ í 2017 fekk 0-0 á heimavølli, men tapti stórt 5-0 á útivølli.
Úrslitini:
2007: KÍ-Hammerby 1-2 og Hammerby-KÍ 1-0
2017: KÍ-AIK 0-0 og AIK-KÍ 5-0
Hesaferð møtir KÍ fyri fyrstu ferð verandi meistarunum úr Svøríki, sum er Häcken.



