Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svenski venjarin broytti støðu í síðstu løtu

Jákup Ósá

Felagsliðið í Suðuroynni má finna annan venjara enn ætlað.

Felagsliðið í Suðuroynni má finna annan venjara enn ætlað.

Sosialurin skrivaði í gjár, at eftir ætlan kom svenski venjarin Roger Franzen til Føroyar og Suðuroynna í dag at kanna umstøðurnar hjá Suðuroyðarliðnum. Vónin var, at hann fór at gera sáttmála við liðið í Effodeildini hjá suðuroyingum. Men hetta verður av ongum. Tí beint áðrenn venjarin skuldi á flog, so broytti hann støðu, og tí verður hann ikki venjari hjá TB. Tað váttaði formaðurin í TB, Poul Erik Smedemark, fyri KVF í kvøld. Hann segði, at TB hevur samband við annan venjara, sum vónandi kann setast seinni í vikuni.