Í hesum døgum eru menn í ferð við at seta upp skreiðbreytina, sum helst verður størsta atraktiónin í svimjihøllini, tá umbyggingin væntandi verður liðug í mai mánaða.
Vit vóru í Svimjihøllini og fingu eitt lítið prát við Torkil Mørkøre, leiðara á Svimjihøllini. Torkil vísti okkum runt, og vísti fram skreiðibreytina. Hann greiddi eisini frá, at í baðilandinum sum skreiðibreytin er partur av, eisini verða massagubrúsur, tveir vatnfossar, bobluøki, har luftboblur koma úr botninum á hylinum, og eisini kemur litað ljós úr botninum á hylinum.
Vit eru ógvuliga spent uppá hetta átakið í høllini, og ivast onga løtu í, at hetta verður ein stór atraktión hjá børnunum.
Umbyggingin sum nú er gjørd er rættuliga umfatandi. Ein av orsøkunum er, at gamla reinsiverkið í høllini als ikki nøktaði treytirnar, sum ídag verða settar til reinsing av slíkum baðivatni. Nýtt stórt reinsiverk er sett upp í kjallaranum, og hetta reinsiverki ger, at vit neyvt kunnu stýra reinsingini í øllum trimum hyljunum og harafturat ger hetta at vit kunnu stýra hitanum í hyljunum individuelt, soleiðis at skilja, at vit kunnu hava ymiskan hita á vatninum í lítlahyli, stóra svimjihylinum og í baðilandinum.
At vatnið nú verður reinsað við framkomnari tøkni, fara fólk eisini at síggja, tí vatnið í hyljunum fer at vera nógv klárari enn tað nakrantíð hevur verið áður.
Hetta er eitt stórt átak sum kommunan hevur gjørt og tað er at fegnast um, at býráðið fór undir hetta projektið, tí tað var í tøkum tíma at hetta varð gjørt. Um ikki, so var vandi fyri at høllin varð stongd um ikki so langa tíð.
Men tíverri er ikki liðugt við hesum. Stóri svimjihylurin er í sera ringum standi, so neyðugt verður eisini at fara undir at gera hann av nýggjum, men tað frætta vit helst um seinni.




