Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svimjihøllin í Klaksvík fyri umbygging

John William Joensen

Nýggj vatnskreiðibreyt í svimjihøllini fer væntandi at vekja enn størri áhuga ímillum familjur við børnum og harafturat er ætlan um café í svimjihøllini.

Klaksvíkar Býráð hevur sett sær fyri at Klaksvíkar Svimjihøll skal verða eitt nýtt og spennandi stað, bæði hjá børnum og vaksnum at vitja.
Tað er einki at taka seg aftur í, at nú Norðoyatunnilin stendur fyri at lata upp um stutta tíð, vænta vit fleiri frammandavitjanir her enn vit hava havt frammanundan, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri og umbyggingin av svimjihøllini er eisini ein liður í at geva vitjandi eina enn betur tænastu, eins og borgarum í Klaskvík og Norðoyggjum.
Fyrsta stigið er longu tikið, og fyrsta dagin fer arbeiðstakarin undir arbeiðið í samband við umbyggingina. Kavingarhylurin verður tikin burtur og gjørdur verður nýggjur grunnur hylur, sum skal virka sum eitt slag av vatnlandi við eini vatnskreiðibreyt, sum er millum 40 og 50 metrar long.
Roknað verður við, at hetta arbeiðið kann standa liðugt í juli mánaða í ár.
Men hetta er bert fyrsta stigið, tí ætlanin er eisini at gera eina café við útsýni yvir hylin, soleiðis at tað at fara í svimjihøllina við børnunum kann vera ein familjuhugni fyri alla familjuna.
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri sigur at enda, at hetta seinasta byggistigið í hesum umfarinum við café, verður eftir ætlan liðugt seinast í oktober í ár.