Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svimjihøllin letur nú upp sunnudagar og mikumorgnar

John William Joensen

Frá og við sunnudegnum 22. mai og hetta árið út fer svimjhøllin í Klaksvík nú eisini at verða opin sunnudagar kl. 08:00 – 10:00 og kl. 14:00 – 16:00 og mikumorgnar kl. 06:45 – 08:45.

Annars verða upplatingartíðirnar óbroyttar, burtursæð frá mikudegi, tá latið verður aftur ein hálvan tíma fyrr enn nú.
Mentanarnevnd og fíggjarnevnd býráðsins hava samtykt hetta tilmæli frá svimjihøllini um øktar upplatingartíðir sum eina roynd at økja um møguleikarnar hjá fólki at fáa gleði og gagn av svimjihøllini.
Frá og við 22. mars 2005 verða upplatingartíðirnar hjá svimjihøllini hesar:

Sunnudag:
Kl. 08:00 – 10:00 børn/vaksin
Kl. 14:00 – 16:00 børn/vaksin

Mánadag: STONGT

Týsdag:
Kl. 15:00 – 17:00 børn/vaksin
Kl. 17:00 – 20:00 vaksin

Mikudag:
Kl. 06:45 – 08:45 børn/vaksin
Kl. 15:00 – 17:00 børn/vaksin

Hósdag:
Kl. 15:00 – 17:00 børn/vaksin
Kl. 17:00 – 20:00 vaksin

Fríggjadag:
Kl. 15:00 – 17:00 børn/vaksin
Kl. 17:00 – 20:00 vaksin

Leygardag:
Kl. 09:00 – 10:00 pensionistar
Kl. 10:00 – 14:00 børn/vaksin
Kl. 14:00 – 17:00 vaksin

Børn undir 7 ár kunnu altíð koma inn saman við vaksnum.
Børn í aldrinum 8 – 13 ár kunnu koma inn saman við vaksnum, um atgongugjald fyri vaksin verður goldið.

Sauna stongir soleiðis:
Týsdag, hósdag og fríggjadag: Kl. 20:45
Mikudag og leygardag: Kl. 17:45

Øll eiga at vera úti í seinasta lagi 15 minuttir yvir seinasta fulla tíma.

Klaksvíkar Kommuna
Svimjihøllin