Nú um torradaganar eru trý nýggj tiltøk í svimjihøllini sum øll kunnu luttaka í sum hava hug til tað.
Hóskvøldi kl. 20.00 verður høvi hjá einum og hvørjum at royna at rógva við kajakk, og at læra seg at koppa, og at koma upp aftur. Hetta er ein góð byrjan uppá kajakkundivísing, áðrenn tú fert á sjógvin at royna teg. Tað er Joen David Joensen sum stendur fyri frálæru í kajakkrógving.
Hóskvøldi um somu tíð verður eisini høvi at royna at svimja við fløskum. Tað er Janus Joensen, sum eisini stendur fyri Faroe Dive, sum kemur at skipa hetta frálíka tilltak. Rátt verður til at hava eina T-shirt við at svimja í.
Fríggjakvøldi kl. 20.00 verður skipa fyri stillari, avstressandi svimjing. Svimjihøllin verður prýdd við livandi ljósum og høvið verður at koma í høllina at njóta frið og avslappning sum er nakað nýtt í svimjihøpið.
Hvørt mánakvøld kl. 20.00 er kvinnusvimjing sum Helga Johannsen skipar fyri. Hon hevur hesi kvøld skipa tað so, at møguleiki eisini er til at íðka vatnfimleik sum fleiri og fleiri hava tikið til sín.
Vælkomin í svimjihøllina




