Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svimjing: Ægir: 15 gullheiðursmerki

John D. Olsen

Fyrsta vetrakappingin var í Vági leygardagin.

Fyrsta vetrakappingin var í Vági leygardagin. Ægir kláraði seg avbera væl við heili 15 gullheiðursmerkjum.

Leygardagin var svimjikapping í Vági. Kappingin var fyri bólkarnar 1 og 2, sum eru børn í aldrinum 7-10 ár. Fimm svimjifeløg vóru við til kappingina, sum hevði 26 kappingar.

Av teimum 26 kappingunum vann Ægir heili 15 gullheiðursmerki, umframt 8 silvur og 6 bronsu. Við hesum hevur Ægir aftur gongd á arbeiðið hjá teimum heilt ungu. Tað er Oluffa á Høvdanum, ið stendur fyri arbeiðinum við at venja hesar yngri bólkarnar.

Torkil Mørkøre, nevndarlimur í svimjifelagnum Ægir, sigur, tey við barnarbeiðinum royna at skapa góðar karmar, soleiðis, at Ægir um nøkur ár hava eitt gott toymi, sum kann vinna nógvar kappingar fyri felagið.

Hann vónar, at hesi ungu fólkini fara at halda fast við svimjingina, soleiðis at tey kunnu halda áfram við at venja og menna seg, soleiðis at tey, tá tey flyta upp í teir eldur bólkarnar eisini kunnu vinna heiðursmerki.


Úrslit frá svimjikappingini í Vági, leygardagin 23/9-06

Ægir:
15 gull
8 silvur
6 bronsu

Reki
8 gull
7 silvur
5 bronsu

Vágs Svimjifelag
1 gull
6 silvur
2 bronsu

Tvøroyrar Svimjifelag
1 gull
1 bronsu

Fuglafjarðar Svimjifelag
1 silvur
2 bronsu