Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svimjing: Ægir á ovastu rók!!!

Søren Olsen

Svimjikapping var í Fuglafirði nú leygardagin fyri bólk 1 og 2; tað eru børn frá 6 til 10 ár.

Bólkur 2 byrjaði kappingina leygamorgunin kl. 09:30. Bólkur 2 eru børn í aldrinum 8-10 ár.
 
Alvi Hjelm, eitt lovandi svimjitalent!
Tað var 9 ára gamli Alvi Hjelm sum gjørdi um seg fyri Klaksvíkingar. Hann vann 1 gull og 1 silvurmerki. Gullmerkið vann hann í 50m frísvimjing. Sivurmerkið kom í 50m ryggsvimjing. Leggjast skal í geyma at Alvi er í tí yngra endanum í hesum bólki, so hetta má sigast at tegna gott fyri Alva og hansara framtíð innan svimjing.
 
Liðsvimjingin vann gull!
Í 4 x 33m frísvimjing gjørdu Klaksvíkingar bart og vundu burturúr Fuglfirðingunum, og vunnu við meir 33 sekundum!!!
 
Svimjarnir í liðsvimjingini vóru:
Hans Jákup Heinesen Ennistein,
John Viljam Johannesen,
Sigmund Mørkøre
Alvi Hjelm
 

Bólkur 1 byrjaði at svimja uml. kl 14:00. Tað eru børn upp til 8 ár.
 
Jákup Eysturdal nýtt svimjikomet!
Tað var 8 ára gamli Jákup Eysturdal sum gjørdist tann stóra hetjan hendan dagin í Fuglafirði.
Jákup halaði ikki minnið enn 3 gull og 1 silvurmerki norður aftur til Klaksvíkar. Jákup vann í 33m frísvimjing, 33m ryggsvimjing og í 50m frísvimjing. Silvur vann hann í 33m bringusvimjing.
 
6 ára gamla Ronja Eysturdal stóra framtíð innan svimjing!
Ronja Eysturdal, ið bert er 6 ára gomul, vann sær eisini nøkur heiðursmerkir. Hon vann 2 silvur í 50m frísvimjing og í 33m frísvimjing. Ronja hevur 2 ár eftur í bólki 1, so metast kann, at tað allarhelst ikki ferð at ganga long tíð áðrenn vit fara at síggja Ronju taka gullið. Evini bila so onki, hon svimur ótrúliga væl, og mett verður at hon hveur stóra framtíð innan svimjiítróttina. Livst so spyrst.
 
Martin Olsen enn eitt talent av Biskupstøð.
Martin Olsen vann sær 3 bronsumerkir. Um hann gerst eins góður og bróðir sín, Kristian, vita vit ikki, men vit bíða spent eftir hvussu langt talenti røkkur hjá Martini.
 
Enn ein á Høvdanum.
Maria á Høvdanum vann sær eitt bronsumerki, og er hon enn ein liður í stoltu svimjitraditiónunum hjá teimum á Høvdanum. Nú fáa vit at síggja hvat hon ferð at gera um seg í framtíðini!
 
Liðsvimjingarnar vunnu!!!
Bæði genturnar og dreingirnir gjørdu ikki minni enn at vinna gull!
Tær seinastu kappingarnar á degnum vóru 4x33m frí fyri lið. Her vóru tað liðini hjá Ægi sum vann.
Svimjarnir sum luttóku hjá gentunum vóru:
Victoria Eysturdal
Krista Mørkøre
Maria á Høvdanum
Ronja Eysturdal
 
Svimjarnir hjá dreingunum vóru:
Martin Olsen
Beinir Johannesen
Dann Akursmørk
Jákup Eysturdal
 
Tvey feløg eins nógv heiðursmerki!!!
Eftir var bert at gera kappingina upp, og tá alt var talt, var tað so at Ægir vann kappinina. Liðið vann 8 gull, 4 silvur og 3 bronsu. Hetta gjørdu Svimjifelagið Reki eisini, so tað var eitt deilt 1 pláss sum Ægir tók norður við sær aftur. Framtíðin sær bjørt út hjá Ægi!
 
Næsta kappingin verður longu komandi vikuskiftið í Havn. Hendan kappingin verður fyri teir eldru svimjarnir, tá fara vit at síggja hvussu tað ferð at gangast Nataliu og Kristian og teimum.
 
Hjartaliga tillukku Ægir!!!

Harleyfacadeacryl