Tað er í veruleikanum ótrúligt, sum Føroya Sjómannadagur eigur sterkt støði í bæði kvinnum og monnum. Tá líkindini í gjár vóru sera góð sambært Eyðun Jacobsen í Svínoy at lenda í Víkini við teim 10 gomlu róðrarbátunum úr Svínoy, ið høvdu verið á framsýningini, sum Ólavur Hátún hevði skipað fyri á Føroya Sjómannadegi, varð farið undir at finna fólk og flutning. Tað gingu bert umleið fýra tímar, so vóru 16 mans klárir at koma við Brimli. Tað var ikki meira ein hálvtalað orð við skiparan á Brimli, so vóru teir klárir.
Kl. 16 var Brimil á Klaksvík og farið var undir at skipa róðrarbátarnar inn á dekkið á Brimli. Tað gekk skjótt og væl, síðani var siglt av Klaksvík og um 18 tíðina vóru vit á Svínoyarvík. Tjúkt í veðrinum, men dýrdarveður, sum sæst á myndunum.
Eyðun Jacobsen var á støð við eini gravkúgv at draga bátarnar við, og afturat honum var ikki nógv fólk úr Svínoy, orsøkin er sjávandi, at har er so sera lítið av fastbúgvandi fólki og harafturat er hetta heystartíð og fleiri vóru í bønum.
Men tað gekk væl. Aftaná at allir bátarnir vóru komnir væl upp á pláss umleið tveir tímar seinni, fór Brimil av Svínoyarvík við okkum øllum. Um 22 tíðina vóru vit aftur á Klaksvík.
Vit fingu ein sera hugnaligan túr, og blíðskapurin umborð á Brimli var ikki at forsmáa. Lagið var gott og okkara fólkasangari, Hans Hjalti Skaale hevði guitarin við, so tað bleiv sundið av lívsins kreftum á heimleiðini.
Føroya Sjómannadagur takkar Brimli og ikki minst hjálparfólkunum fyri væl fyriskipað arbeið og stóru hjálpina. Tað eru júst slíkar løtur, ið gera Føroya Sjómannadag til nakað heilt serligt.




