Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svínoyggin hevur ein reellan kjans!

John William Joensen

Svínoyggin hevur eina ríka søgu, bæði mentunarliga, vinnuliga og søguliga.

Svínoyar Bjarni og Gøtu Tróndur vóru skildmenn, og líka síðan tað tíð og fram til 50árini fylgdust hesar bygdir í fólkatali og í vinnuligari stødd. Gøtu bygd, saman við so nógvum ørðum bygdum, gjørdi eitt skarvslop eftir at vegirnir komu kring landið. Tá politiskur vilji ikki varð til at geva Svínoynni somu sømdir sum aðrar bygdir fingu, so bleiv gongdin sum vit higartil hava sað og staðfest.

Eldrasambýli
Svínoyar bygdarráð hevur eina góða ætlan um at byggja eitt sambýli í bygdini. Tá eldri fólk er tað einasta ítøkiliga tilfeingi sum eftir er, er hetta er ein sera skilagóð ætlan, sum higartil hevur fingið nakað av politiskari vælvild. Nú er at halda fast og fáa hesa ætlan framda í verkið. Her eru eini 3 til 5 arbeiðspláss.

Aling
Í bygdini er ein smoltstøð sum nú er niðurløgd, men sum enn kann opnast aftur. Til verandi aling í Føroyum er nokk av kapaciteti á meginlandinum. Og tá samferðsluviðurskiftini eru sum tey eru, er ikki so hugaligt at fara undir soltaling har úti. Men í eini kombinasjón av at gjørt ein pier til eina ferjulegu vestantil á oynni, kundi man gjørt pierin soleiðis at hann stoytti streymin frá landi og soleiðis samstundis vardi fyri ein alibrúki til laks og ella síl. Hetta ber væl til, og kundi hetta, saman við smoltstøðini, verið grundarlag fyri eini 8 til 10 arbeiðsplássum. Slíkt alibrúk kundi framleitt eini 3000 tons árliga og útflutt fyri 60 til 80 mió.

Landbúnaður
Tað varð ótrúðligt spell at mjólkarkvotan fór av oynni. Men farið er farið og ikki loysir seg at gráta um spilta mjólk sum sagt verður. Men møguleikar eru til annað umframt seyðahald. Ungneytahald, dunnur, eggjaframleiðsla o.s.fr.

Ferðavinna
Svínoyggin er ein eksotisk oyggj uppá nógvar mátar og hevur nógva søgu og nógva náttúru at vísa fram.

Útróður
Svínoy er gomul útróðrarbygd og liggur tætt at bestu fiskimiðjum eystanfyri. Um ein komandi ferjulega verður kominera við eina minni útróðrarhavn eru stórir møguleikar á hesum øki eisini.

Hetta varð bara ein skjót remsa av teimum møgluleikum sum liggja í oynni. Óiva eru mangir fleiri. Tað er bert upp til hugflogi. Men einki gerst uttan samskiftismøguleikarnir verða betraðir.

Vinarliga
Frímund Hansen