Í morgin far vinnunevndin vitjan av fýra umboðum úr Svínoy, sum fara at siga sína hugsan um undirstøðukervið úti í Svínoy
Fundurin í vinnunevndini hjá løgtinginum er í morgin kl. 10 og tá kemur uppskotið hjá Tórbjørn Jacobsen um eina heildar ætlan fyri undirstøðukervið í Svínoy til viðgerar.
Í hesum sambandi hevur vinnunevndin kallað fýra svínoyingar til hoyringar: Eyðun Jacobsen bygdaráðsformaður, Fríðmund Hansen, Bjarni Jacobsen og Hanus Olsen.
Hanus Olsen er verkfrøðingur og hann gjørdi fyri nøkrum árum síðan eitt uppskot fyri Svínoyar Kommunu um eina verkælan viðeinum tunnli út í Havn har mælt var til at gera eina ferjulegu.
Tórbjørn skilir ikki landsverk
Uppskotstillarin, Tórbjørn Jacobsen, sigur at nú so nógv hevur verið tosað um útoyggjamenning er umráðandi at okkurt verður gjørt úti í Svínoy.
– Flest øll eru samd um at Svínoyggin er tann oyggin, sum hevur besta møguleikan fyri at yvirlivað um hon gerst partur av einum meginøkið, sum eitt nú Kalsoyggin.
– Ferjulegan sum landsverk mælir til norðuri á Eiðinum er reinur ørskapur.
– Allir svínoyingar vita at hendan havnin kemur at standa sum ein opin tragt móti norðurhavinum, og móti teimum kreftunum hevði sjálvt tann kinesiski múðurin ikki megnað at staði seg.
– Eg skilji heldur ikki at landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki dugur at síggja at Havnin, sum hevur verið lendingarstaður líka síðani Svínoyar Bjarni ráddi fyri borgum, er rætti staði at gera eina ferjulegu – sum eisini allir svínoyingar, sum eg havi tosað við – mæla til.
Væntar jaliga viðgerð
Tórbjørn Jacobsen sigur at fyrsta viðgerin í tinginum var so jalig at hann hevur góðar vónir um uppskotið.
– Nú fáa vit so at síggja um svínoyingarnir sum koma á fundin eru samdir ella ikki, tí hetta verður vantandi seinasta útoyggin sum far eina ferjulegu her á landið.
– Hóast talan er um eina kostnaðarmikla ætlan so er tað alneyðugt at vit halda Føroyar so fjøltáttaðar sum gjørligt .
– Tað er eisini uppá tíðina at vit fáa orðan ein ferðavinnupolitikk, men um regluligt samband ikki verður til Svínoy so kann ikki roknast við at ferðavinnan hevur møguleikar í oynni.
– Eg havi eisini mælt til at nevndin fór ein túr til Svínoyar at hyggja eftir viðurskiftinum tí eg trúgvi at ein av høvuðsorðsøkunum til viljaloysi móti útoyggjunum kemur júst tí at flestu politikarar als ikki vita hvat tað er teir tosað um.




