Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svínoyingar eru sera væl nøgdir við Rituna

John William Joensen

Helgi Jacobsen (Svínoy) sigur at Ritan vísir seg at verða eitt sera gott skip til farleiðina Hvannasund-Svínoy-Fugloy

Ritan hevur seinastu dagarnar silgt fyri Másan til Svínoy og Fugloy og sum skilst eru bæði svínoyingar og fugloyingar sera væl nøgdur við skipið.
 
Men í gjár royndi Strandferðslan ein útróðrarbát úr Suðuroy – og tað kom illa við – tí um tann báturin verður settur í sigling er tað eitt greitt afturstig samanborið við Másan.

– Vit eru sera væl nøgd við Rituna, sigur Helgi Jacobsen tá vit fyri løtu síðan tosaðu við hann í telefonini úr Svínoy. 

– Ritan er eitt greitt framstig og nógvir fyrimunir eru at hava eitt størri og nýggjari skip. Hon liggur munandi betur við bryggjuna og hóast onkrar smáar justeringar mugu gerast har fólki gongur í land – so er hon sera væl egnað.

– Nú um páskini hevur nógv fólk verið í Svínoy og lítil ivi er um at Ritan hevur positiva ávirkan. Tað var sum í gomlum døgum – ljós var í hvørjum húsi – eini hálvtannaðhundrað fólk.

– Vit hava í nógv ár ynskt at fingið eina tunnel yvir í Havn – sum er kyrrari pláss enn tey lendingarstøðini vit hava í dag – men her sær ikki út sum um nakað hendir. 

Vilja hava Rituna
Helgi sigur at tað kom illa við hjá Svínoyingum og Fugloyingum at Strandferðslan í gjár royndi ein útróðrarbát. 

– Sum eg skilji so tekur hann eini 40 ferðafólk og tað er eingin ivi um at  hesin báturin verður eitt stórt afturstig fyri okkum.

– Við Rituni fáa vit møguleikar, sum vit ikki hava havt við Másanum. Sera góðar umstøður eru hjá ferðafólki og farmi umborð . Tað frættist eisini at Ritan seinastu dagarnar hevur flutt fleiri bilar til og úr Svínoy og Fugloy.  Tað hava heldur ikki áður verið so nógvir barnavognar í bygdini – og eingin ivi er um at hetta er orsakað av Rituni.

– Ritan tekur 100 ferðafólk og góðar summardagar verður brúk fyri øllum hesum plássunum. Harafturat er siglingstíðin munandi styttri – umleið hálvur tími úr Hvannasundi til Svínoyar,  sigur Helgi Jacobsen, sum saman við Svínnoyingum og Fugloyingum krossar fingrar fyri at Ritan verður avloysaraskipið hjá Másanum.