Útgerðin at leggja graslíki á úti í Svínoy kom til oynna mánadagin
Mánadagin fóru týskir serfrøðingar til Svínoyar við serútgerð at leggja graslíki á FIFA-vøllin, ið kommunan hevur fyrireikað til endamálið. Vøllurin liggur "Uppi á Váli" tey rópa. Vøllurin er lagdur júst á tað stað, ið, síðani seinastu útskifting, hevur verið nýtt sum spælipláss hjá børnum og ungum.
Talan er sum kunnugt um ein FIFA-vøll, ið vónandi kemur til at gagna bæði ungum í Svínoy, og øllum teimum ungu, ið regluliga eru á vitjan í oynni. Jú betri umstøður ein kommuna sum Svínoyar hevur at bjóða, jú størri er sannlíkindi fyri, at fólk leggur leiðina hagar í styttri ella longi tíðarskeið.
Í løtuni verða heystfjøllini gingin í Svínoy, og heilt fitt av fólki eru har úti, og tað er sera hugaligt at frætta.
Onkur hevur skemtiliga hildið fyri at Svínoykar kommuna ætlar at skapa betri umstøður fyri ung sum gomul – graslíki til tey ungu og Ellis og Røktarheim til tey eldru !




