Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svóvu í 8 minuttir og mistu alt

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

(Dystarfrásøgn) AB revsaði mongumistøkini hjá KÍ í fyrra hálvleiki og tá KÍ skuldi koma afturí dystin og skora mál, so vóru skot royndirnar vánaligar og sokom í grundini ongantíð spenningur í dystin á Argjum, sum ABvann 3-1.

Fyrstu løtuna stýrdi KÍ, har liðiðkom til fleiri góðar støður. Eitt KÍ mál lá og bíðaði, menburturúr nærum ongum fekk AB brotsspark, og so var 1-0. Eitt málsum vísti seg at skapa panikk í KÍ liðið. Tí 8 minuttir seinnivar 3-0 til AB eftir fleiri mistøk í KÍ verjuni, har liðskiparinog stýrimaðurin Jonas F. Rasmussen var saknaður. KÍ fekk einalítla vón løtu eftir 3-0 málið, tá Sørmundur Kalsø skoraðitil 3-1, ið eisini var hálvleiksstøðan. Beint áðrenn AB skoraðitil 2-0 vildu KÍ leikararnir hava brotsspark, men floytan tagdi.

Nógvar møguleikar

Í seinna hálvleiki sat KÍ á tímesta og skapti eisini nógvar møguleikar. Tó átti AB fyrsta ogsín einasta stóra møguleika í seinna hálvleiki beinanvegin, menskotið fór uppum. Í avgerandi støðunum var úrtøkan syndarlighjá KÍ. Tað tóktist sum um leikararnir ikki trúðu uppá atskora ella at teir vóru skelkaðir av støðuni nú meir enn eittmál skuldi til fyri at fáa javnleik. Tí tá skjótast skuldi íøllum teimum góðu støðunum, so vóru royndirnar púravandaleysar og Heðin Stenberg í AB málinum skuldi ongantíð vísanakað stórspæl fyri at bjarga royndum. Samanlagt hevði KÍ einar13-14 meir ella minni stórar møguleikar í dystinum, meðan ABhevði eini 4-6. Í avgerandi støðunum vóru AB leikararnir nógvbetri fyri og tóku av.

Støðugir Víkingar á oddasessinum

At KÍ fór at fáa ein truplan dyst áArgjum var væntandi. AB hevur í ár givið øllum toppliðunumharða mótstøðu á heimavølli og fyrr í ár tikið stig frábæði KÍ og Víkingi umframt, at AB seinasta umfar vann á útivøllimóti HB. KÍ avrikini hava verið meira óstøðug eftirsummarsteðgin, men tá tað hevur verið brúk fyri tí, so hevur KÍsum oftast havt avgerandi leikararnar. Tveir av teimum vóru Jonas F.Rasmussen og Súni Olsen, sum ikki vóru tøkir í dag. Undandystinum var eisini gitt um, hvønn týdning tað fór at hava, atmangla tveir so týðandi og royndar leikarar. Og tað hevur møguligakostað. Tað var Súni, sum vendi dystinum móti HB, tá KÍ varaftanfyri og tað var Jonas, sum átti avgerandi avleveringina tilútjavnandi málið, tá KÍ kom aftur í Sarpugerði og vann dystin.Royndir leikarar sum eisini taka ábyrgd, tá mest stendur á ogslíkar manglaði KÍ í dag, tá ástóð og KÍ skuldi royna atkoma inn aftur í dystin. Tapið hjá KÍ hevði við sær, atVíkingur tók oddasessin eftir ein 1-0 sigur á TB. At Víkingarhava uppiborið oddasessin er einki at ivast í, tá ein sær, hvussustøðug úrslit teir hava fingið eftir summarsteðgin, sum vanligaer tíðarskeiðið, har alt verður avgjørt. Í 9 dystum hevurVíkingur vunnið 8 og burtursæð frá eina umfarinum móti KÍ, sohevur Víkingur hálað 11 stig inná KÍ í hinum 8 umførunum.

Niðanfyri kann allur dysturin síggjastfrá KVF: