Í løtuni eru tvey hús í umbúna at verða bygd á Syðradali – Hetta er ein menning av húsavavinum á út ímóti 20 % av sethúsunum.
Tó kanska ikki heilt rætt. Tí húsini, sum verða kallað ”har Uppi” – hjá Helgu og Malvinus, hagani Alma Joensen og Sanna Jacobsen (føddar Clementsen) eru ættaðar, eru lutvíst tikin niður, og verða nú endurreist av nýggjum sum ein long og vøkur lon.
Børnini hjá Sannu og Einar av Syðradali, Helg, Jákup, Anker, Mildrid, Maria og Fróði hava tikið yvir og eru í ferð við at endurreisa húsini. Í síni tíð var roykstova í sunnara parti av húsinum og seinni eisini handil her.
Norðanfyri gjónna – uppat minnisvarðanum, byggir Andrias Eliasen, sum er av Syðradali, snotilig sethús í trimum hæddum – kjallara, miðhædd og loft við høgari reising. Tað er grivið fyri grundini, sproyngt og steinsett – klárt at byggja.
Ætlanin er eisini at hetta húsið skal hava jørðhita, og hevur fyritøkan, sum skal bora holini, hongt upp á ljósmastrar í bygdini fráboðan um, at teir bjóða seg at bora við onnur hús eisini, nú teir koma í oynna við hópin av útgerð.
Tað kann helst gerast nakað kostnaðarmikið, um bert er talan um tað eina húsið, sum skal hava jørðhita, tí bjóða teir seg fram.
Jú, henda vakra bygdin, har øll hava og fáa gott útsýni, er í menning. Tá ið tiltøk eru á Syðradali av ymsum slag, eru tað altíð nógv ættarfólk, sum búgva aðrastaðni, ið vitja aftur.
Tí er enn meira hugaligt, at heili tvey sethús nú eru í gerð á Syðradali.
























