Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Symbolpolitikkur kann kosta Føroyum dýrt

Jóhann Lützen

250 føroyskar familjur kunnu verða við sviðusoð av føroyskum symbolpolitikki, sum ongan veruligan mun ger fyri at enda krígnum í Ukraina. Í staðin áttu Føroyar at veitt veruligan stuðul til Ukraina.

Endiliga fall avgerðin, sum vit hava bíða so leingi eftir. Føroyar fara til samráðingar við Russland um at longja fiskiveiðusamstarvið í Barentshavinum í eitt ár. Hetta man kennast sum ein stórur lætti hjá teimum 250 føroysku familjunum, hvørs livibreyð er tengt at trolarunum við botnfiskakvotum har.

Ivi tykist tó vera um, hvat fyri mandat Dennis Holm hevur til at gera semju. Soleiðis vildi Aksel V. Johannesen, løgmaður, í Degi og Viku fríggjakvøldið ikki svara greitt upp á, um landsstýrið í samráðingunum fer at seta mótpartinum harðari treytir, eitt nú um atgongd til felagsøkið við bretar. Eisini er í løtuni vandi fyri, at herdi havnarstongsulin førir við sær innflutningsbann ímóti føroyskum fiskavørum.

Slíkur symbolpolitikkur kann kosta okkum dýrt.

Tá vit føra uttanríkispolitikk, mugu vit hugsað um, hvørjum tað gagnar, og hvønn tað skaðar. Fyrst og fremst mugu vit spyrja okkum sjálvi, hvat endamál okkara er við at seta mótpartinum harðari treytir? Er tað fyri at stuðla Ukraina í kríggi teirra ímóti Russlandi? Ella snýr hetta seg um at møta ynskjum hjá donskum politikarum ella ávísum bólkum av veljarum?

Um mál okkara er at stuðla Ukraina, eiga vit at leggja okkum eftir at gera veruligan mun har. Enda samráðingarnar við eini uppsøgn av fiskiveiðusamstarvinum, mugu føroysk reiðarí selja fleiri nútímans og effektiv fiskifør og leggja um til aðra fiskiveiðu, sum ikki er eins lønandi. Tá tapir vinnan upp á sjálva umleggingina, har milliarda stóru íløgurnar í nýggj fiskiskip standa upp á spæl. Og eisini stendur føroyska samfelagið tá til at missa fleiri hundrað milliónir krónur í veiðuvirði árliga komandi árini. Hetta vil óiva gagna ávísum áhugabólkum í Russlandi, men hvat fær Ukraina burtur úr tí?

Fyri russar vil tað ikki hava avgerandi týdning, um teir fiska svartkjaft ella tosk, tá teir kunnu selja toskin á evropeiska marknaðin, sum nú er. Ger Russland álvara av hóttanini um innflutningsbann, missur pelagiska vinnan atgongdina til tann mest týðandi marknaðin. Tá fáa vit munandi minni burtur úr pelagiska tilfeinginum kring Føroyar.

Fleiri milliónir krónur í humaniterari hjálp kundu gjørt góðan mun fyri vanliga fólki í Ukraina. Ein uppsøgn av russlandssáttmálanum hevur hinvegin bert symbolskan týdning.

Avgerð okkara vil eisini fáa álvarsamar avleiðingar fyri tær áleið 250 føroysku familjurnar, ið eru tengdar at fiskiveiðuni í Barentshavinum, teirra livibreyð og framtíð teirra. Tað hevur týdning at staðfesta, at ein uppsøgn av avtaluni ikki vil bjarga eini tí einastu ukrainskari familjuni.

Ein uppsøgn av samstarvinum ávirkar ikki bert fiskivinnuna, men fer eisini at skaða útflutning okkara, viðføra hægri arbeiðsloysi og kann føra til húsagangir. Tá fiskivinnan verður rakt, ávirkar tað samfelagið alt. Tað skapar ringvirknaðir í øllum samfelagnum, men sjálvandi serliga nógv í lokalsamfeløgunum, har fiskimenninir og familjur teirra búgva.

Sambært Sameindu Tjóðum eigur matur ikki at verða nýtt sum vápn, og ES-londini halda tí eisini áfram at handlað matvørur við Russland. Hví skulu vit einsamøll fara ímóti streyminum í so máta? Norsku myndugleikarnir hava longt samstarvsavtalu teirra við Russland og enntá styrkt granskingarsamstarv teirra. Hví skulu vit gera nakað annað?

ES og aðrir altjóða felagsskapir hava ávarað ímóti, at lond seta í verk tiltøk ímóti Russlandi, sum skaða teirra egna búskap og samfelag meira enn tað gagnar sakini. Støða okkara er heilt greitt dømi um hetta. Føroyski landskassin stendur til at missa upp í fleiri hundrað milliónir krónur, um vit slíta fiskiveiðusamstarvið í Barentshavinum.

Í staðin eiga vit sum samfelag at føra veruligan uttanríkispolitikk og kunnu hækkað okkara fíggjarliga stuðul til Ukraina. Danmark stuðlar Ukraina árliga við 4,4 milliardum krónum næstu 4 árini. Hetta svarar til, at Føroyar stuðlaðu við 40 milliónum krónum árliga.

Tað vil vera meiningsfullur uttanríkispolitikkur. Hitt vil vera meiningsleysur symbolpolitikkur.