Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Syngja av lívsins kreftum

Dávur Winther

Kringvarpið er nú aftur á ferð við mikrofonini runt um í kirkjunun. Í gjárkvøldið varð tikið upp í Christianskirkjuni.

Kringvarpið er nú aftur á ferð við mikrofonini runt um í kirkjunun. Í gjárkvøldið varð tikið upp í Christianskirkjuni.

Væl av fólki høvdu leitað sær í kirkjuna at syngja mongu kendu og væl dámdu sálmarnar. Við knøttarnar sat Finnur Hansen, meðan Kári Sólstein segði hvørjar sálmar, syngjast skuldu.

Við urguna sat Jóhanna Johannessen, meðan Andras Sólstein spældi til við summar av sálmunum á horn.

Jú, hugaligt var at síggja og hoyra so nógv sangglað fólk savnað saman at syngja sálmar av lívsins kreftum.

Aftaná varð boðið til ein góðan drekkamunn í hugnaliga kirkjukjallaranum