Tað eru sera nógvar barnafamiljur, ið kenna, hvussu trupult tað kann vera at fáa endarnar at røkka saman, meðan børnini eru smá.
Nógv foreldur liggja svøvnleysar nætur og stúra um, hvussu tey skulu klára at gjalda hvørjum sítt, umframt at hava ráð til mat í munnin hendan mánaðin.
Hesar familjur liggja hjartanum nær hjá Javnaðarflokkinum, og tí kunnu vit ikki góðtaka, at vit hava familjur í Føroyum, ið ikki fáa endarnar at røkka saman. Hetta fara vit at gera nakað við!
Javnaðarflokkurin hevur sum málsetning at veita øllum barnafamiljum Barnabeinan. Barnabeinin er eitt ískoyti uppá 1000 kr pr. barn undir skúlaaldur til allar smábarnafamiljur í Føroyum.
Barnabeinin verður mótroknaður, tá inntøkan hjá húskinum fer upp um 700.000 kr tilsamans, og hann er burtur, tá inntøkan kemur upp á milliónina.
Vit skulu hava einar Føroyar, har barnafamiljan trívist.
Sigga Óladóttir Joensen
Valevni Javnaðarfloksins




