Nú KÍ og HB bresta saman í Gundadali sunnudagin eru tað óivað mong sum minnast aftur á onkra góða løtu í Gundadali hesi 102 árini síðan fyrsta dystin í Gundadali millum KÍ og HB.
Nú KÍ og HB bresta saman í Gundadali sunnudagin eru tað óivað mong sum minnast aftur á onkra góða løtu í Gundadali hesi 102 árini síðan fyrsta dystin í Gundadali millum KÍ og HB.
Franklin Ziska, sum var við KÍ liðnum sum vann fyrsta Føroyska FM-heitið í fótbólti 1942, tók soleiðis til tá eg spurdi hann um farnar dystir: ” Eg havi eitt pill-bítt minni. Minnist einki til stóru løturnar tá vit vunnu og skoraðu – men bara til dystir tá vit spældu í ódnarveðri og tá okkurt bítt hendi!”
Sjálvur kann eg siga nakað tað sama – minnini hjá mær eru serliga skemtiligar og hugnaligar løtur.
Sum tað ferðina tá Kurt spældi sum sveepari og stýrdi verjuni við militerari disiplin.
Tá var vanligt at lið brúktu eina sera aktiva offside- fellu.
”ÚT!!!” geylaði sveeparin og so runnu allir verjuleikararnir fram og lótu mótstøðu liðið standa í felluni, tá avleveringin kom. Hesin parturin er næstan burtur – tí nýggju offsidereglurnar merkja í stuttum tað at tað sera sjáldan kemur fyri at leikarar verða dømdir offside. Leikari skal verða aktivur og ikki einans staddur innan fyri verjuna – sum tað var fyrr í tíðini.
Hesa ferðina Kurt var sveepari, fær Gunnar Mohr bóltin og Kurt geylar ”ÚT” og allar KÍ kempurnar spela avstað. MEN tað sum hesir garvaðu fótbóltsspælarar gloymdu var at pressa mannin við bóltinum – í hesum føri Gunnar Mohr. Ein fyri og annar eftir runnu verjuleikarnir – sum ikki vóru vanir at seta spurnartekin við boð frá Kurt – framvið Gunnar Mohr, sum gjørdist púra leysur og ístaðin fyri at avlevera – sett kós móti málinum.
Eiler, Marni og reyða korti.
Minnist eisini til annan dyst í Gundadali tá 2. Lið hjá HB og KÍ hittust til dyst.
Nú var tað HB verjan sum rann út í eini roynd at fanga KÍ offside.
Men KÍ sveeparin – Markus Tummas Jacobsen, var royndur í listum – og í staðin fyri at spæla bóltin – so liðfelagar gjørdust offside – lyftir hann bóltin upp um út-stormandi-HB-verjumúrin og ferð sjálvur ígjøgnum og far bóltin aftur aftanfyri HB verjuna – við fríðum útsýnið til HB málið.
MEN – dómari – ein ungur og óroyndur Eiler Rasmussen – bríkslar fyri Offside!!!!
Allir blá-hvítu á vøllinum – kringseta dómaran og eru í øðini fyri at hava mist ein upplagdan málmøguleika.
Serliga ógvusligur sá KÍ leikarin Marni Isaksen út. Hann hevði stutt frammanundan fingið ein alboga í nøsina og bløddi sum ein turkur – øll blusan var reyð í blóði – og helvtin av eini wc-rullu stakk út úr næsagluggunum ……
Dómarin ristist av bangilsi meðan Marni og 10 aðrir KÍ arar skeldaðu hann út og eg minnist hvussu Eiler helt fast í reyða kortinum við aðrari hondini – meðan hann stamandi segi við Marna – ”Slært tú – so fært tú reyða kortið!! – Slært tú – so fært tú reyða kortið! – Slært tú – so fært tú reyða kortið!!…….
Hvat dysturin endaði við – ja tað veit eg ikki – men dómarin sum hesa løtuna var illa kroystur – helt á við at døma og er í dag ein av okkara allar bestu dómarum.




