Grækarsmessahevur júst verið og er tjóðfuglur okkara Tjaldrið komi heldur buldursliga heimá hesum sinni, hetta er tíðin har vit fáa longri og ljósari dagar, vatnkraninsum hevur oyst niður á okkum allan vetur byrjar spakuliga at sløkkna og sólinog hitin byrja at gera um seg.
Hetta ereisini tíðin har nógvur ungdómur í hópatali skal søkja inn á sína útbúgving sumskal tryggja at vit hava góð og dugnalig fólk at taka við og bera okkarasamfelag viðari og vónandi til tað betra.
Møguleikarnireru ikk smávegis nú vit skriva ár 2015 og sigast kann at heimurin er veruligaopin fyri teimum ungu og er eisini hørð kapping um hesu góðu fólk tí londinivita at hetta er framtíðin, men hvussu klárar Føroyar seg í øllum hesum?
Nevnastskal at ongantið áður hava so mong lisið í Føroyum og hava vit eisini seragóðar og gevandi lærarar sum gera sítt besta fyri at tann lesandi kann mennast,men har er altið eitt men!
Lestrarstuðulintil lesandi á hægri útbúgvingum, útibúgvandi og forsyrgjarum er alt annað ennnøktandi í verandi løtu og kann ein ikki liva einans av hesum 3815 kr sumstudni letur, tí skal ein hava nakað at búgva í, skúlabøkur, klæði á kroppin ogmat í munnin so letur tað seg als ikki gera.
Kostnaðurinat liva í Føroyska samfelagnum er høgur og kostar ein vanlig íbúð um 5000 kr ummdr.- Skúlabøkur liggja frá 200-500 kr pr bók, og ein til tveir posar av innkeypi um tær 300-500 kr +meira, rættari sagt so er tað ikki livandi uttan góða familju og nógv arbeiðivið siðurnar av.
Har eru nógvdømi uppá støkk og helst forsyrgjarar sum fegin hava vilja fingið sínaútbúgving í Føroyum, men hava verið noydd at leita aðrar leiðir vegna tann høgalivikostnaðan og lága lestrarstuðulin, hetta tíverri tí Danmark kann bjóðalágan livikostnað, hægri studning (5908 kr), og “boligstøtte”.
Tíðin erkomin har vit vísa at vit vilja geva góð kór til tann lesandi, eisini til tannlesandi sum ikki hevur familjuna at dúva uppá, tíðin er farin frá at vit drívalættisópa politikk við fokus á bíligari parfumu, tí parfuma er ikki tað sum gertað lættari at vera Føroyingur, men er tað bíligari gerandísvørur og umstøðursum byggja land.
Latiðokkum geva ein Lestrarstuðul til tær hægri útbúgvingarnar, forsyrgjarnar og teyútibúgvandi soleiðis at vit ikki einans rúma nøkrum fáum, men øllum sum ynskjaat lesa í Føroyum.
John avReyni




