Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá ið landið manglar pengar, verður rokningin send til kommunurnar

John William Joensen

Eldraøkið og skattalætti uppá 65 krónur um mánaðin til tey lagstløntu eru góð dømi, og tí skulu kommunurnar ikki yvirtaka nakað sum helst við verandi gongd.

Eldraøkið er eitt óhugnaligt dømi um hetta, tí landið sum hevur alla ábyrgdina, hevur sloppi sær undan ábyrgd við lítið og onki at gera og hevur hervið lagt útreiðslurnar á kommunurnar við at lata standa til.
Sjálvt um eldraøkið er ein landsuppgáva burturav, hava kommunurnar følt seg noyddar til at byggja sambýlir fyri nógvar milliónir, meðan landið sleppur sær undan við at gjalda ein brøkpart, maksimum eina hálva millión fyri hvørt sambýli.

Skattalætti uppá 65 krónur til tey lagstløntu.
Eitt annað dømi er tann høgt lovaði skattalætti, sum í ár gevur teimun lagstløntu umleið 65 krónur um mánaðin í skattalætta.
Fyri at hava ráð til hendan skattalættan og teir, sum eru givnir áður, verður inntøkugrundarlagið hjá kommununum skert munandi við t.d. at hækka botnfrádráttin frá 17.000 krónum í ár 2000 til 22.000 í ár 2004 uttan orð ella eið til kommunurnar. Ein avleiðing av hesum er, at kommunurnar ikki hava ráð til at lækka skattaprosentið.

Áheitan á kommunustýrislimir
Latið verða við at yvirtaka nakað sum helst frá landinum, áðrenn tann fíggjarligi leisturin er krystallklárur, tí við verandi leisti koma kommunurnar at standa við sviði soð.

Finnleif Guttesen
Tvøroyri