Javnstøða er eitt orð, sum vit hava hoyrt ofta í hesum valstríði. Javnstøða millum kvinnur og menn, og javnstøða millum førleikaskerd og øll hini.
Tað sum eyðkennir hendan orðadrátt er mangan, at tað eru bert orð. Orð, orð og aftur orð.
Í 1999 viðgjørdu vit í Løgtinginum ST-fyrimyndarreglurnar, sum skulu tryggja rættindi teirra brekaðu – til javnsstøðu, til arbeiði, til bústað eins og høggligar atkomumøguleikar á ymsan hátt. Hesar meginreglur skuldu fáa øll at skilja tann veruleika, tað eru avmarkingarnar í umhvørvinum, sum forða fólki við førleikatarni at luttaka á jøvnum føti við onnur, heldur enn at tað er sjálvt brekið, sum er forðingin, og at allur tann politisku myndugleikin hevur skyldu til at beina hesar forðingar burtur.
Enn eru Føroyar ikki sjálvstøðugur limur í ST. Kortini eiga vit at fylgja altjóða leiðreglum STs. Í 2007 samdust tey í ST um ein nýggjan sáttmála um rættindi teirra brekaðu, og eisini hann fara vit helst at seta í gildi í Føroyum.
Men hvussu gongst so við at fylgja teimum sáttmálum, sum vit hava samtykt? Tað gongur framá, einki at ivast í tí. Og eisini í farna valskeiði eru stór framstig gjørd, ikki minst Javnaðarflokkinum fyri at takka.
Men enn er langt á mál.
Enn fáa borgarar og avvarðandi teirra við hoyribreki ikki nóg góða frálæru í teknmáli. Og í dag hoyrdist, at Kringvarpið gevst við teknmálssendingum. Enn eru tað mong við skerdum arbeiðsførleika, ið ikki sleppa at virka á arbeiðsmarknaðinum, og tað eru framvegis alt ov nógvir føroyingar, ið hava tørv á serligum bústaðarmøguleikum, viðgerðartilboðum og uppvenjingartilboðum – sum framvegis bíða.
Í komandi valskeiði skulu vit seta okkum fyri at leggja neyðugar langtíðarætlanir á hesum øki – og at fremja tær í verki. Tað skuldi verið líka so sjálvsagt, sum at leggja eina langtíðarverkætlan fyri útbygging av samferðsluni.
Men so er bara ikki –enn. Tað er framvegis ov langt millum orð og gerð.
Helena Dam á Neystabø




